Barna og Ungdómshúsið Látrið

Týsdagurin hevur verið sera góður, her hevur verið ein rúgva av aktivitetum s.s. listamáling, smúkkur er gjørdar, teknifilmur, túrur, hár og bibbur eru pleygaðar. Ein sera góður dagur, har børnini í øllum alddri hava hugna sær og arbeitt saman.

Advertisements

Vit hava havt trupulleikar at brúkt síðuna í langa tíð. Vónandi fer at ganga betur framyvir.

Hesa vikuna hava vit opið sum vanligt fyri vøggstovu og barnagarðsbørnunum. Frítíðarskúlin letur upp kl. 7.
Frá kl.10 til 17 eru børn frá 4 flokki og tit ungu vælkomin.
Aktivitetur í vikuni verða: Máli og smúkku verkstaður.
Túrar í hagan.
Sjónleikur.
Gera teknifilm.
Á seiðaberg.
Vælvera við frisørsalong og fótapleygu.

Verður felags døgurði á Látrinum fyri børnini í barnagarðinum og til og við 6 flokki.

Ja so endaði verkfallið endiliga og vit eru komin ígongd aftur á Látrinum. Marin Sofía er byrja í vøggustovu og í barnagarðinum eru Daniel og Gyða byrjaði, vit ynskja teimum vælkomnum.
Hósdagin 1. mars byrjar Elin Hansen pedagogur at arbeiða í barnagarðinum, vit ynskja henni vælkomnari.
Fríggjadagin 2. mars og mánadagin 5. mars er Nólsoyar skúli stongdur, hesar dagarnar møta frítíðarskúlabørnini kl. 11.30 á Látrinum
v.h.Guðrun

Góðu foreldur
vegna verkfall, verður Látrið stongt frá týsmorgun 31 januar kl.7.00
Guðrun

Fríggjadagin 27 januar fara starvsfólkini á Látrinum og starvfólkið í Nólsoyar skúla til havnar kl. 16.45.
Tey børnini, ið ikki eru heintaði áðrenn kl. 16.30 taka vit við til ternuna, har vit avlevera tey.

Í dag var seinasti arbeiðsdagur hjá Daniu á Látrinum, vit takka Daniu hjartaliga fyri tíðina hon hevur verið hjá okkum og ynskja henni góðan byr framyvir.
Í morgin byrjar Barbara Andreasen á frítíðarskúlanum, vit ynksja henni vælkomnari.

Látrið er opið millum 7.00 og 17.00

Tlf: 30 24 62

  • 3,475 hits